Petti av spreingimottu endaði í túni

Petti av spreingimottu endaði í túni
Um hálvgum sjeytíðina í gjárkvøldið datt ein klettur á landsvegin á Sundi, okkurt um ein hálvan kilometur eystan fyri Sundsá 
Nýtt bilpláss verður bygt norðan fyri verandi bilpláss hjá flogvøllinum.
 
22.06.2024 - 09:43

Seinnapartin í gjár endaði eitt petti av einari spreingimottu í einum túni hjá einum virki á ídnaðarøkinum við flogvøllin.

Pettið er 25 ganga 20 sentimetrar stórt.

Hetta hendi, tá sprongt var á bilplássinum hjá flogvøllinum, sum er í gerð norðan fyri verandi bilpláss.

Pettið av spreingimottuni endaði 100 til 250 metrar frá staðnum, har sprongt var.

Eingin skaði stóðst av hendingini, sigur politiið.

Arbeiðseftirlitið kannar nú óhappið og ger síðani av, um onkur skal fáa sekt fyri tað.

Um hálvgum sjeytíðina í gjárkvøldið datt ein klettur á landsvegin á Sundi, okkurt um ein hálvan kilometur eystan fyri Sundsá. 

Kletturin var trý til fýra tons, sigur politiiið.

Hetta gjørdi, at vegurin var stongdur í ein hálvan tíma.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129