Breiðka vegirnar fyri 900 mió. næstu 30 árini

Breiðka vegirnar fyri 900 mió. næstu 30 árini
- Vit mugu endurhugsa ferðsluna, so hon eisini fevnir um onnur enn bilar á vegunum, sigur Landsverk
Brandur Sjúrðarson, verkætlanarleiðari á Samferðsluætlanini hjá Landsverki
 
30.06.2024 - 14:08

Nýggja samferðsluætlanin hjá Landsverki leggur seg eftir, at tað skal gerast lættari at vera til gongu og á súkklu - tann sonevnda ábæra ferðslan.

Átøkini, sum Landsverk ætlar at fremja, fara at kosta 900 milliónir krónur yvir næstu 25 til 30 árini.

Tað segði Brandur Sjúrðarson, verkætlanarleiðari á Samferðsluætlanini hjá Landsverki í tíðindunum í gjár.

Fylgibólkur í temablaðnum um Ábæra ferðslu, sum Landsverk legði fram hin 18. juni, eru Fólkaheilsustýrið, Ráðið fyri ferðslutrygd, MEGD, Team Rynkeby, Norðstrok og Ítróttarfelagið Frælsi.

Temabløðini "Ábær ferðsla" og "Ferðafólkaferðsla" finnur tú á heimasíðuni hjá Landsverki:

https://www.landsverk.fo/fo-fo/landsverk-gevur-tvey-temabloe%C3%B0-um-bur%C3%B0ardygga-fer%C3%B0slu-ut

 

Hoyr samrøðuna við Brand Sjúrðarson, verkætlanarleiðara á Samferðsluætlanini hjá Landsverki, her:

Abaer_ferdsla_Landsverk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379