Eiga at halda fast við málið um grønan streym á landi í 2030

Eiga at halda fast við málið um grønan streym á landi í 2030
Pumpuskipanin í Vestmanna verður av ongum fyribils, og tí eiga partarnir at seta seg saman at finna aðra loysn, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum
Pumpuskipanin hjá SEV í Vestmanna verður fyribils av ongum, men vit eiga ikki at sleppa grøna málinum, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum.
 
01.07.2024 - 13:36

- Vit eiga at halda fast um ætlanina, at streymurin á landi í Føroyum verður grønur í 2030.

Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, eftir at SEV í farnu viku kunngjørdi, at ætlanin um pumpiskipan í Vestmanna fyribils verður slept, tí hon verður nógv dýrari enn mett. 

 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.

Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði. 

 

Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði, heldur eisini, at tað er ikki so umráðandi, at grøna orkuskiftið á landi verður liðugt júst í 2030.

Men Ingilín D. Strøm ætlar ikki at minka ferðina móti 2030-málinum, og hevur biðið um fund vð SEV í eini roynd at vita, hvussu málið kann røkkast, hóast ætlanin um pumpuskipanina ikki er við.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01072024_Ingilin

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815