Macron vil hava forsætisráðharran at halda fram fyribils

Macron vil hava forsætisráðharran at halda fram fyribils
Enn er ógreitt, hvør fær litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn í Fraklandi
Gabriel Attal er biðin um at halda fram sum forsætisráðharri í Fraklandi fyribils.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.07.2024 - 13:42

Franski forsetin Emmanuel Macron heitir nú á Gabriel Attal um fyribils at halda fram í starvinum sum forsætisráðharri. 

Attal segði í gjár, at hann fór at heita á Macron um at loysa seg úr starvi sum forsætisráðharri eftir tjóðartingsvalið, har vinstrasinnaða samgongan, Nýggja fólkafylkingin, NFP, fekk flestar atkvøður.

Miðsamgongan, sum Macron og Attal eru partur, gjørdist nummar tvey við næst flest sessum í tjóðartinginum.

Tað er ikki greitt, hvør hevur fingið uppgávuna at skipa stjórn í Fraklandi.

Emmanuel Macron hevur í dag heitt á Attal um fyribils halda fram sum forsætisráðharri fyri at tryggja støðufesti í landinum, skrivar Reuters.

Attal skal hava verið fyrireikaður, um at hann fór at vera biðin um halda fram í starvinum, men avgerðina átti Macron.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862