- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-undankapping: Síðsti heimadysturin hjá fótbóltskvinnunum
Í dag spælir føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum sín seinasta heimadyst í hesi EM-undankappingini.
Dysturin er ímóti Montenegro, sum er oddalið í føroyska bólkinum saman við Grikkalandi. Bæði londini hava 10 stig.
Í apríl, tá liðini hittust í Podgorica, vann Montenegro 5-1. Sunniva Willemoes legði Føroyar framum við framúr langskotið, men Montenegro vendi dystinum, tá orkan hjá føroyingunum so líðandi gekk undan.
Vilja løna teimum tað aftur
Føroysku kvinnurnar spældi eisini ímóti Montenegro í Nations League í fjør. Á heimavølli taptu tær tepurt við einum máli, men á útivølli fingu tær oyruni í maskinuna, tá Montenegro vann heili 9-0.
Tí vilja føroyingarnir fegnir løna gestunum aftur fyri dystirnar síðstu árini.
- Vit vilja sjálvandi geva teimum ein smekk, nú tær koma til Føroyar - serliga tí tað er heima hjá okkum, men vit vita eisini, at tær helst eru besta liðið í bólkinum, segði Rebekka Fjallsá Benbakoura við heimasíðuna Fótbóltssambandinum.
Birita Ryan og Rebekka Fjalssá Benbakoura siga, at talan er um revansjudyst ímóti Montenegro. MYND: Hans Erik Danielsen / FSF
Verjuskansin, Birita Ryan, sigur, at tær skulu gera sær dælt av veiku síðunum hjá mótstøðuliðnum.
- Tær hava nakrar profilar, sum vit royna at steðga. So trýsta tær langt frammi, men tær geva eisini pláss. Tær koma langt fram á vøllin, og so skulu vit royna at spæla okkum inn í tað plássi, segði hon við fsf.fo.
KÍ-miðverjin heldur, at tær skulu líta at heimadystinum í Nations League í 2023, sum endaði 1-0 til Montenegro, eftir íblástri.
- Hann var ordiliga góður frá okkara síðu. Vit skulu royna at halda nullið so leingi sum gjørligt, og ongantíð betur, um vit fáa eitt mál, segði Birita Ryan.
Enda í Pyrineafjøllunum
Tá dysturin ímóti Montenegro er spældur, seta fótbóltskvinnurnar kós ímóti Andorra, har síðsti dysturin í undankappingini skal spælast.
Seinast liðini spældu, vunnu Føroyar 4-0. Sunniva Wollemoes, Ásla Johannesen, Birita Ryan og Petra Hoydal skutu málini í sannførandi avrikinum á Tórsvølli síðst í mai.
Sambært Biritu Ryan er umráðandi, at enda undankappingina væl.
- Tað hevur ordiliga nógv at siga. Nú enda vit í Andorra, og vit vóna, at tann dysturin fer at ganga ordiliga væl. Men nú er hesin dysturin (ímóti Montenegro, red.) ein revansjudystur, og vit hava okkurt at prógva. Vit skulu senda tær heimaftur, og tær skulu føla, at tær hava fingið smekk í Føroyum, sigur Birita Ryan.
Kringvarpið vísir EM-undankappingardystin ímillum Føroyar og Montenegro beinleiðis í sjónvarpinum. Byrjað verður at senda klokkan 16:20.