Fótbóltur elvir til harðskap við hús

Fótbóltur elvir til harðskap við hús
Tá enska fótbóltslandsliðið spælir, økist vandin fyri harðskapi í ensku heimunum
Í Onglandi eru fleiri harðskapsmál enn vanligt, tá enska fótbóltslandsliðið spælir
 
13.07.2024 - 13:49

- England till I die hevur í hesum døgum ein serligan og døkkan týdning fyri nógvar túsund bretskar kvinnur og børn teirra.

- It’s coming home! Syngja bretar við højan røst av áskoðaraplássum og í barrum um allan heim, nú EM í fótbólti verður spælt.

Men fyri nógv er ikki talan um gleði og gleim, tá enska landsliðið spælir sínar dystir - sama um teir vinna ella tapa. Og tað eru kvinnur og børn, sum eru fyri harðskapi heima.

Løgreglan í Wiltshire hevur sett eyka fólk til arbeiðis í sambandi við kappingina, skriva Salisbury Journal og Wiltshire Times. 

Á finaludegnum í morgin verða nógv eyka løgreglufólk til arbeiðis at ansa eftir trygdini í gøtunum. Og harafturat verður serligur stuðul til teirra, sum eru fyri harðskapi heima.

- Óansæð hvussu væl ella illa tað gongur hjá landsliði tínum, verður tað IKKI góðtikið, at tú letur kenslurnar ganga útyvir tíni næstu, eru boðini frá løgregluni.

Ein kanning, sum Lancaster University almannakunngjørdi í 2013, vísir, at 38 prosent fleiri hendingar, har kvinnur og børn eru fyri harðskapi í heiminum, eru í Onglandi, eftir at enska landsliðið hevur tapt ein landsdyst.

Og harðskapur móti kvinnum og børnum meðan landsdystir eru, er framvegis ein stórur trupulleiki.

- Tað er ein ómetaliga syrgilig sannroynd, at fótbóltskappingar hava við sær øktan vanda fyri harðskapi í heiminum um alt landið, sigur Louisa Rolfe, løgregluleiðari og leiðari í bretska felagnum hjá løgregluleiðarum við heimasíðuna hjá felagnum.

Í juni greiddi bretska kvinnan, Lisa, í BBC frá, hvussu hon óttaðist altjóða fótbóltskappingina, sum var í sjónvarpinum annaðhvørt ár. Hon óttaðist hvørja ferð EM var, tí hon óttaðist harðliga mann sín.

- Eg plagdi at ganga og mala í gøtunum alla náttina við smáu børnum mínum, tí tey vildu ikki til hús. Og eg visti júst, hvat fór at henda, so skjótt, eg kom inn um dyrnar, segði hon við BBC undan EM kappingini í ár.

Sambært bretska kringvarpinum BBC var talið á áheitanum til løgregluna í Sussex, sum snúðu seg um harðskap í nærsambondum, tvífaldaðar, meðan VM var í Qatar í 2022.

Undan EM kappingini í fótbólti er í Bretlandi ljós varpað á harðskap í nærsambondum. 

Og millum onnur felagið hjá løgregluleiðarum hevur sett fleiri átøk í verk, sum skulu fyribyrgja og basa harðskapi í nærsambondum.

Ongland spælir finalu móti Spania í annaðkvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130