Stjórnarleiðarin í Wales leggur frá sær

Stjórnarleiðarin í Wales leggur frá sær
Vaughan Gething hevur verið undir hørðum trýsti av einari umstríddari gávu upp á 1,8 milliónir til politiskt virksemi
Vaughan Gething, fyrstiráðharri í Wales, leggur frá sær.
 
16.07.2024 - 16:02

Fyrstiráðharrin í Wales, Vaughan Gething, hevur gjørt av at leggja frá sær.

- Eg havi tikið ta tungu avgerð at fara undir tilgongd at leggja frá mær sum leiðari í walisiska arbeiðaraflokkinum og sostatt eisini sum fyrstiráðharri, sigur Vaughan Gething, í eini fráboðan, sum bretskir miðlafr endurgeva. 

Vaughan Gething hevur verið undir hørðum trýsti av einari umstríddari gávu upp á 1,8 milliónir til politiskt virksemi.

Fyritøkan  Dauson Environmental Group Ltd. hevur latið fyrstaráðharranum gávuna, men fyrrverandi eigarin í fyritøkuni er revsaður fyri m.a. brót á umhvørvislógina í Wales. 

Vaughan Gething hevur verið fyrstiráðharri í fýra mánaðir. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590