Drápsroyndin: Býttu trygdina millum sín

Drápsroyndin: Býttu trygdina millum sín
Lokalir myndugleikar høvdu ábyrgdina av at tryggja bygningin, har gerningsmaðurin læt skotini av eftir Donald Trump
Donald Trump var raktur í oyrað av drápsroyndini leygardagin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.07.2024 - 14:39

Stjórin í amerikansku trygdartænastuni Secret Service,  Kimberly Cheatle, sum tekur sær av trygdini hjá bæði sitandi og fyrrverandi forsetum, váttar, at løgreglan var í bygninginum, har álopsmaðurin frá tekjuni skeyt eftir Donaldi Trump.

Hon sigur við ABC News, at lokalir myndugleikar høvdu ábyrgdina av at tryggja bygningin, har gerningsmaðurin læt skotini av á tekjuni.

- Í hesum føri býttu vit ábyrgdina fyri økið, og Secret Service hevði ábyrgd fyri øllum inni á økinum. So bóðu vit um hjálp frá lokalu starvsfeløgum okkara til tað, sum var uttanfyri. Lokala løgreglan var í bygninum, sigur Kimberly Cheatle.

 

Kimberly Cheatle er stjóri í Secret Service. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Hevði biðið frí

Sambært CNN, hevði gerningsmaðurin biðið sær frí frá arbeiði leygardagin, tá ið valfundurin var.

Men hann segði við stjóran, at hann hevði tørv á einum frídegi, tí hann skuldi avgreiða nakað, siga fleiri keldur innan løgregluna við CNN.

20 ára gamli Thomas Matthew Crooks segði, sambært starvsfeløgum sínum, at hann kom aftur til arbeiðis sunnudagin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590