- Tíðindi, mentan og ítróttur
Joe Biden fingið koronu
Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur fingið koronu.
Tað verður upplýst í tíðindaskrivi úr Hvítu Húsunum.
81 ára gamli forsetin hevur veik sjúkueyðkenni við snori og hosta, og er illa heitin.
Forsetin fer í avbyrging, og fer at taka sær av starvi sínum við hús í Delaware.
- Eg fari í sóttarhald, meðan eg komi fyri meg, og fari hesa tíðina at halda fram at arbeiða fyri amerikanska fólkið, skriar Joe Biden á sosiala miðlinum X.
Røða avlýst
Joe Biden skuldi havt hildið røðu á einum tiltaki í Las Vegas í kvøld, men tað varð avlýst.
Hann hevði vitjað millum annað á einari matstovu, men kendi seg ikki heilt væl.
- Av tí at hann ikki batnaði, var hann kannaður, og úrslitið vísti, at hann hevði koronu, stendur i tíðindaskrivinum.
Joe Biden er koppsettur fyri koronu, og hevur nú fingið Paxlovid, sum skuldi minkað um vandan fyri álvarsligari sjúku hjá fólki, sum eru í øktum vanda.
Joe Biden hevur áður havt koronu, seinast í 2022.