Faldari skal upplýsa tilflytarar um føroysk viðurskifti

Faldari skal upplýsa tilflytarar um føroysk viðurskifti
Í faldaranum er vanlig kunning um føroyska samfelagið, men eisini, hvussu tú skalt bera teg at, um tú verður fyri harðskapi
Faldarin er á seks málum.
 
19.07.2024 - 18:00

- Talið á tilflytarum í Føroyum er vaksið støðugt seinastu árini, og talið á útlendskum kvinnum í Kvinnuhúsinum er eisini vaksið. 

Tað sigur Anna Katrin Matras, fulltrúi í Almanna- og mentamálaráðnum, sum hevur verið við til at gera nýggja faldaran fyri útlendingar. 

 

Anna Katrin Matras.

 

Faldarin er upplýsandi og fyribyrgjandi, og er eitt átak, sum serliga vendir sær til útlendskar kvinnur við uppihaldsloyvi í Føroyum.

Faldarin finst á seks málum: enskum, filipinskum, rumenskum, sponskum, thai og ukraniskum. Hann er á prenti og sum teldutøk útgáva.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

18072024_Faldari

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809