Fyrrverandi CIA-starvsfólk skuldsett fyri njósning

Fyrrverandi CIA-starvsfólk skuldsett fyri njósning
Sue Mi Terry hevur játtað at hava latið suðurkoreisku fregnartænastuni upplýsingar
 
18.07.2024 - 14:16

Eitt fyrrverandi starvsfólk í amerikonsku fregnartænastuni CIA og í amerikanska trygdarráðnum er skuldsett fyri njósning til frama fyri Suðurkorea.

FBI hevur avhoyrt Sue Mi Terry, og hon hevur játtað, at hava latið suðurkoreisku fregnartænastuni upplýsingar, m.a. hondskrivað upprit frá einum fundi við amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken, tá ið amerikanski politikkurin viðvíkjandi Norðurkorea var høvuðsevni.

Sambært skuldsetingini, útflýggjaði hon eisini Suðurkorea aðrar loyniligar upplýsingar.

Hon tosaði inniligt um Suðurkorea í samrøðum, og gav suðurkoreiskum embætisfólkum atgongd til amerikanska stjórnarbólkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751