Altjóða KT-kreppan hevur ikki rakt okkum enn

Altjóða KT-kreppan hevur ikki rakt okkum enn
Atlantsflog sigur, at tað er ikki óhugsandi, at seinkingar vera í flogferðsluni seinni í dag, tí floghavnir, sum flogið verður til, eru raktar av KT-trupulleikum
Tað eru eftir øllum at døma dagføringar hjá Microsoft, sum hava elvt til KT-trupulleikarnar um allan heim.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
19.07.2024 - 09:49

Altjóða KT-kreppan ávirkar eftir øllum at døma ikki her heima enn.

Um allan heim verður boðað frá trupulleikum við kunningartøkni. Orsøkin er dagføringar hjá Microsoft.

Trupulleikarnir ávirka flogferðslu, miðlar og handlar.

Flogfør í millum annað Avstralia og USA sleppa ikki á flog.

Eisini í Berlin og Amsterdam eru avbjóðingar við flogferðsluni, skrivar danska kringvarpið.

´DR hevur ein lista við floghavnum, sum eru ávirkaðar. Har eru Berlin, Sydney, Keypmannahavn, Dehli, Narita, Prag, Schipol, Edinburg og Swissport.

 

KT-trupulleikarnir hava eisini rakt floghavnir. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Eisini trupulleikar í Kastrup

Nú hevur flogvøllurin í Kastrup eisini fingið trupulleikar.

Sambært danska kringvarpinum hevur floghavnin boðað frá, at ferðafólk noyðast at skriva seg inn sjálvi uttan telduhjálp.

Hetta kann hava við sær, at langar bíðirøðir vera í floghavnini.

SAS upplýsir sambært Reuters tíðindastovuni, at tøkniligir trupulleikar hava við sær, at innskrivingarmotorarnir eru í ólagi.

Flogførini flúgva, sum tey skulu, men roknast kann við seinkingum, sigur eitt talsfólk hjá SAS við DR.

Í  Lu:beck og Kiel í Týsklandi hava sjúkrahús avlýst skurðviðgerðir, og bretska kringvarpið skrivar, at læknar í Onglandi taka sær bert ev teimum sjúklingum, sum eru ógvuliga sjúkir.

Øll onnur verða biðin um at avlýsa sínar avtalur, sigur ein kommunulækni við BBC.

 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi

 

Flogferðslan hjá AA ikki ávirkað

Flogferðslan hjá Atlantic Airways er ikki ávirkað enn.

Jóhanna á Bergi, stjóri, sigur, at fyribils eru ongar seinkingar, men tað er ikki óhugsandi, at seinkingar verða, sum dagurin líður.

- Vit fylgja við støðuni, tí seinkingar kunnu koma, av tí at seinkingar eru á teimum farleiðum, vit flúgva til, sigur Jóhanna á Bergi.

Brian Smedemark, rakstrarstjóri í Føroya Banka sigur, at har hava tey einki hoyrt um kt-kreppuna, og hava onga ávaring fingið um, at hon fer at ávirka skipanir hjá bankanum.

Danska kringarpið skrivar, at tilbúgvingin í Keypmannahavn er ávirkað, tí har ber ikki til at taka ímóti automatiskum eldvarnarum.

DSB er eisini ávirkað. Har ber ikki til at keypa ferðaseðlar, ella at kanna ferðsluna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532