Rektarin: Avgerðin um menstruatiónsvørur liggur hjá politikarunum

Rektarin: Avgerðin um menstruatiónsvørur liggur hjá politikarunum
Setrið fer ikki av sínum eintingum at ganga undan og leggja trýst á aðrar útbúgvinarstovnar við at hava menstruatiónsvørur á vesunum, sigur Martin Tvede Zachariassen, rektari
Martin Zachariassen, rektari á Setrinum.
Mynd: Savnsmynd  
 
24.07.2024 - 12:46

Tað fer at kosta Setrinum fleiri hundraðtúsund krónur um árið, um Setrið velur at hava menstruatiónsvørur á vesunum.

Men um Setrið gongur undan á hesum økinum, so fer tað at leggja trýst á aðrar útbúgvingarstovnar. 

Tað heldur Martin Tvede Zachariassen, rektari. 

"Persónliga, so haldi eg, at tað er eitt sera sympatisk uppskot, ið studentafeløgini koma við. Men eg haldi, at hetta er eitt størri prinsippielt mál, ið politiska skipanin í Føroyum eigur at taka støðu til."

Martin Tvede Zachariassen, rektari, vísir eisini á, at Setrið hevur spurt seg fyri hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og har var svarið, at menstruatiónsvørur eru fevndar av tí lestrarstuðli, ið tey lesandi fáa. 

Tað merkir, at tey lesandi sjálvi mugu fíggja sínar menstruatiónsvørur. 

1687352

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959