Fer at kosta 17,3 mió. kr. at umvæla Hamragarð í Vági

Fer at kosta 17,3 mió. kr. at umvæla Hamragarð í Vági
Ein meting hjá Landsverki í fjør vísir, at tað fer at kosta 17,3 mió. kr. at gera Hamragarð í Vági í stand. Land og kommunur eru ósamd um, hvør skal gjalda
Mynd: Savnsmynd  
 
24.07.2024 - 17:33

Hóast tað bara eru 13 ár síðani ellis- og røktarheimið Hamragarður í Vági varð tikin í nýtslu, er bygningurin í sera vánaligum standi.

Landsverk metir, at øll vindeygu og hurðar eiga at skiftast, umframt at bøtast skal um klædningin, klimaskermar, karnappar, gólv, loft, ymiskt í sambandi við brunatrygd og annað.

Tað vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið alment innlit í.

Landsverk metti í mars í fjør, at tað fer at kosta 17,3 milliónir krónur at gera alt í stand. Tá eru 40 prosent løgd omaná fyri óvissur og prosjektering.

Við Dag og viku fríggjakvøldið lýsti Kári Poulsen, húsavørður á Hamragarði, støðuna í bygningninginum.

 

20240719_HAMRAGARDUR_RAPAR

 

Kommunurnar í sunnaru helvt av Suðuroy hava enn ikki yvirtikið bygningin. 

Umframt Hamragarð er Eiðisgarður beint við síðuna av. Hann er bygdur sum ein økisdepil fyri sinnisveik. 

Kostnaðurin at byggja Hamragarð og Eiðisgarð var tilsamans 84,6 mió. kr. Landið og kommunurnar vóru samd um at býta byggikostnaðin 40% til Almannamálaráðið og 60% til kommunurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230