Tinglýsingin verður talgild

Tinglýsingin verður talgild
Umhvørvismálaráðið hevur gjørt eitt uppskot um broytingar í tinglýsingarlógini, so Tinglýsingin kann handfara talgild skjøl
Tinglýsingarskipanin skal gerast talgild.
 
02.08.2024 - 06:18

Tinglýsing skal gerast talgild.

Nú er talan um pappír.

Men Umhvørvismálaráðið hevur gjørt eitt uppskot um broytingar í tinglýsingarlógini, so Tinglýsingin kann handfara talgild skjøl.

Talan er um nógvar broytingar.

Lógaruppskotið og viðmerkingarnar um tað eru 83 síður.

Umhvørvisstovan hevur síðani 2022 miðvíst arbeitt við at talgilda tinglýsingina. 

Fyrsta stig í talgildingartilgongdini er at menna eina talgilda innlatingarskipan til akfarsbókina. 

Skipanin kemur 1. januar 2025.

Talgilding fer at gera málsviðgerðartíðina hjá Tinglýsingini styttri, sigur Umhvørvismálaráðið.

Lógaruppskotið er til hoyringar til 2. september.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775