Jens Stoltenberg leggur frá sær í dag

Jens Stoltenberg leggur frá sær í dag
Noreg fær nýggja stjórn mikudagin. 18 ráðharrar verða í borgarligu stjórnini hjá Ernu Solberg
Jens Stoltenberg hevur verið forsætisráðharri í Noregi seinastu átta árini
Mynd: DR  
 
14.10.2013 - 11:54

Reyð-grøna stjórnin í Noregi leggur frá sær dag, eftir at hon hevur lagt sítt seinasta fíggjarlógaruppskot fyri Stórtingið.

Tá Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, hevur verið hjá Haraldi kongi og boðað frá, at stjórnin leggur frá sær, fer kongur væntandi at heita á stjórnina um at vera starvsstjórn til mikudagin, tá Høgra-leiðarin, Erna Solberg, fer at kunngera nýggju stjórnina.

18 ráðharrar

Sambært norskum miðlum, hava Høgriflokkurin og Framburðsflokkurin avtalað, at 18 ráðharrar skulu manna nýggju, borgarligu stjórnina. Høgri fær 11 ráðharrasessir og Framburðsflokkurin sjey.

Forkvinnan í Framburðsflokkurin, Siv Jensen, verður fíggjarmálaráðharri, og Børge Brende, sum í løtuni er stjóri í World Econmic Forum, verður uttanríkisráðhari.

Kaldlig viðurskifti við Kina

Norska tíðindastovan, NTB, skrivar, at Erna Solberg vónar, at Børge Brende kann bøta um viðurskiftini við Kina, sum hava verið sera kaldlig, síðani kinesiski andstøðingurin, Liu Xiaobo, fekk Nobel friðarheiðurslønina í 2010.

Eygleiðarar vísa á, at Børge Brende í starvi sínum sum stjóri í World Econmic Forum hevur havt beinleiðis samband við kinesiska forsætisráðharran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049