Alex føroyameistari í ATB-skjóting

Alex føroyameistari í ATB-skjóting
Alex Johannesen úr Eysturskoti rakti best og skeyt seg til føroyameistaraheitið í automatic ball trap í fyrstu av fýra FM-kappingum hjá Skjótisambandi Føroya
Keppin av: Alex Johannesen er føroyameistari í ATB-skjóting
Mynd: Savnsmynd  
 
18.08.2024 - 13:00

Alex Johannesen rakti best, tá føroyameistarakappingin í ATB-skjóting var á breytini hjá Eysturskoti úti á Vík í Leirvík.

Skjúttin úr Eysturskoti vann FM-heitið fimm leirdúgvur framman fyri næstu kappingarneytarnar. Alex Johannesen rakti 92 av 100 dúgvum. Johnhard Klettheyggj og Finn Ludvig úr Byrsumúla raktu báðir 87, og fyrrnevndi vann spennandi umskjótingina og silvurið við einari dúgvu.

Bartal Klettheyggj úr Byrsumúla vann sannførandi í unglingakappingini. Hann rakti 62 dúgvur, meðan Marius Gaardlykke úr Eysturskoti fekk silvur við 50.

Tríggjar aðrar FM-kappingar verða skotnar næstu tíðina. Fyrst á skránni er OL-trap, sum verður á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum í Havn 24. og 25. august. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025