264.000 ferðafólk um flogvøllin higartil í ár

264.000 ferðafólk um flogvøllin higartil í ár
Nógv minni postur kemur við flogfari nú, men farmaflutningurin er nógv vaksin, síðani FarCargo fór at flúgva
Ferðafólkatalið á flogvøllinum er vaksið 2,3 prosent seinasta árið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.08.2024 - 08:30

Ferðafólkini, sum fara um flogvøllin í Vágum, vóru 2,3 prosent fleiri til 1. august í ár enn til 1. august í fjør.

Tey vóru 264.121 í ár.

Í juli vóru ferðafólkini 6,3 prosent fleiri enn í juli í fjør.

Nógv minni postur kemur við flogfari nú.

Posturin var 13,9 prosent minni til 1. august.

 

Flogfarið hjá FarCargo í Vágum. 

 

Men tað sæst í hagtølunum hjá Vága floghavn, at FarCargo, sum millum annað flýgur fyri Bakkafrost, er komið.

Farmaflutningurin var 650,3 prosent størri til 1. august í ár enn til 1. august í fjør. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375