Nýggjur aðalskrivari í Akademikarafelagnum

Nýggjur aðalskrivari í Akademikarafelagnum
Asta Fróðadóttir Joensen tekur við starvinum 1. oktobur
Asta Fróðadóttir Joensen er nýggjur aðalskrivara í Akademikarafelagnum
 
22.08.2024 - 08:30

Akademikarafelagið hevur sett Astu Fróðadóttir Joensen í starv sum aðalskrivara í felagnum. 

Hon tekur við starvinum eftir Ingibjørg Berg, sum fer í annað starv.

Tað skrivar felagið á heimasíðu sínari.

Asta Fróðadóttir Joensen er fødd í 1987 og útbúgvin samfelagsfrøðingur og MA í løgfrøði. 

Seinastu árini hevur hon starvast á HR-deild, har sáttmálaøkið hevur verið ein týðandi partur av starvinum. Eisini hevur Asta Fróðadóttir Joensen royndir sum politiskur ráðgevi og sum skrivari og samskipari.

Hon tekur við starvinum sum aðalskrivari 1. oktobur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775