Lonirnar í Hoydølum standa enn

Lonirnar í Hoydølum standa enn
Ætlanin var, at tær skuldu takast niður, men nú verða tær brúktar til dagstovn
Lonirnar í Hoydølum, sum skuldu vera fyribils skúlastovur, standa enn, og tær verða nú brúktar til dagstovn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.08.2024 - 13:09

Lonirnar i Hoydølum vóru ein fyribils loysn, og tær vóru settar upp, so tær lættliga kundu takast niður aftur.

Økið er friðað, og einki meira kann byggjast har, men bráðkomið plásstrot á studentaskúlanum í Hoydølum í sambandi við blámusopp hevði við sær, at yvirfriðingarnevndin gav fyribils loyvi til at seta barakkir upp, so skúlin fekk eyka skúlastovur. 

Lonirnar vóru settar oman á lendið, so tær vóru lættari at taka niður aftur, tí økið er friðað.

 

 

Brúktar til dagstovn

Tá skúlin flutti út á Glasir, vóru lonirnar tó ikki tiknar niður.  Tær blivu gjørdar til dagstovn, sum læt upp í august 2021

Síðani hava fleiri undantaksloyvi verið latin, so brakkirnar kunnu verða standandi - seinast við fyribilsloyvi treytað av, at tær vóru tiknar niður um ársskiftið 2023 - 2024. 

Men lonirnar standa enn, og tær verða framvegis brúktar til dagstovn. 

Tað er ikki einasti dagstovnur sum húsast í Hoydølum. Øll niðara hæddin á gamla studentaskúlanum verður i dag brúkt sum fyribilsloysn til dagstovnin á Ternuryggi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri,  segði í mai í 2023, í sambandi við at kommunan yvirtók partar av Hoydølum frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, at ætlanin hjá kommununi var, at virksemi við banraansing í økinum eftir ætlan skuldi halda fram. 

 

 

Óvist hvat kommunan ætlar

Enn er óvist,t hvat kommunan ætlarl við økinum, sum hon keypti í sambandi við eitt makaskifti fyri einum ári síðani.

Kommunan treytaði sítt keyp av Hoydølum, at økið skuldi ummatrikulerast og byggisamtyktin broytast, so tað bar til at gera broytingar í økinum.

Hetta fekk tó kaldliga móttøku frá Umhvørvisstovuni, Skógfriðingarnevndini og lokalu friðingarnevndini.

Málið endaði í Yvirfriðingarnevndini, sum ikki er liðug at viðgera málið. 

Kommunan hevur fyribils biðið Yvirfriðingarnevndina steðgað viðgerðini av umsóknini um at broyta byggisamtyktina, tí tey ivast, um tað er neyðugt, at Yvirfriðingarnevndin tekur støðu til, um byggisamtyktin skal broytast, tá ongar ítøkiligar ætlanir eru um at byggja, segði Magnus Dam, løgfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu, við útvarpið í gjár.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227