Skal bara taka støðu til WTO - ikki allan ríkisfelagsskapin

Skal bara taka støðu til WTO - ikki allan ríkisfelagsskapin
Hetta er fyrstu ferð, at grein 6 í heimastýrislógini um at seta gerðarrætt at loysa trætumál verður roynd
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
 
28.08.2024 - 08:15

Gerðarrætturin, sum skal avgera trætuna millum Føroyar og Danmark um WTO, skal bara taka støðu til málið um heimshandilsfelagsskapin, WTO, og ikki allan ríkisfelagsskapin.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Hon ásannar tó, at niðurstøðan hjá gerðarrættinum kann koma at hava týdning fyri støðuna hjá Føroyum, tá tað kemur til aðrar limaskapir:

 

28092024_Ruth_um_WTO

 

Føroyar hava leingi viljað fingið sjálvstøðugan limaskap í WTO, men løgfrøðingar í danska løgmálaráðnum siga hetta vera í stríð við grundlógina.

Nú skal ein gerðarrættur avgera málið við heimild í grein 6 í heimastýrislógini. 

Hetta er fyrstu ferð, at grein 6 í heimsstýrislógini verður roynd.

Danska stjórnin velur tveir limir í gerðarrættin og landsstýrið tveir, og so verða tríggir limir valdir úr Hægstarætti, men teir verða bara boðsendir, um hinir ikki kunnu semjast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541