Tingið fær í dag frágreiðing um harðskap

Tingið fær í dag frágreiðing um harðskap
Trivnaðarnevndin skal til Grønlands
Aðalorðaskifti um frágreiðingina frá landsstýriskvinnuni verður týsdagin.
 
29.08.2024 - 07:05


Tingið fær í dag heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum 2023 til 2028.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, leggur frágreiðingina fram.

Aðalorðaskifti um hana verður týsdagin.

Heildarætlanin er ikki heilt nýggj. Landsstýriskvinnan fekk hana 28. august í fjør. 

Í heildarætlanini eru 20 átøk, sum byggja víðari á royndirnar frá fyrru heildarverkætlanum á økinum, á royndir úr virkseminum í Kvinnuhúsinum og á royndir frá arbeiði við harðskapi uttanlands.

Fýra landsstýrisfólk, ein politiskur fylgibólkur og embætisfólk gjørdu nýggju heildarætlanina.

 

Trivnaðarnevndin til Grønlands

Annars fer tingið í dag millum annað at viðgera uppskotið um at yvirtaka Íleggingargrunnin.

Tingfundurin er klokkan eitt.

Fyri tingfundin í dag hevur trivnaðarnevndin fund.

Nevndin fær kunning um ferð til Grønlands, sum nevndin skal í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334