U20-HM: Finaludreymurin brast

U20-HM: Finaludreymurin brast
Bæði Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss vóru steðgaðir í innleiðandi riðlunum til U20-HM í frælsum ítrótti. Nú hyggja teir báðir frameftir ímóti nýggjum og stórum málum
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
03.09.2024 - 13:00

Tað var eitt stórt vónbrot fyri Jónas Isaksen, tá hann endaði á fjórða plássi í innleiðandi riðlinum á 200 metrum síðsta hósdag.

Skjóti kvívíkingurin hevði ætlað sær í U20-finaluna á 200 metrum, men sterkir mótstøðumenn og ein lærskaði gjørdi, at hann ikki rakk málinum.

 - Eg fekk ikki ein góðan start. Eg helt, at vit hildu nokk so leingi uppi. Eg kom eitt sindur afturum, men eg kom gott úr svinginum, men á teimum seinastu 50 metrunum segði baklærið, at okkurt var galið, segði Jónas Isaksen við Sáru Jógvansdóttir.

 - Tað er sjálvandi keðiligt. Mann hevði roknað við meir, og var komin allan vegin til Lima í Peru, og mann skuffar seg sjálvan eitt sindur, men tað er tað. Men mann kom her við einum skaða, og mann fer avstað við einum skaða.

 

Eiri ætlar sær til Los Angeles í 2028

Eiri Jógvansson Glerfoss var partur av donsku stafettini, sum rann 4x100 metrar. Ungi havnarmaðurin rann næstsíðstu hundrað metrarnar, og var væl nøgdur, hóast tað ikki eydnaðist liðnum at koma víðari.

 - Eg var rættiliga væl nøgdur. Skiftið riggaði ikki heilt, men mína egnu renning var eg øgiliga nøgdur við. Eg kendi meg væl, og rann eitt gott sving, segði Eiri Jógvansson Glerfoss.  

Teir báðir føroyingarnir á danska landsliðnum hava arbeitt miðvíst í Bragdinum, síðan teir vóru smádreingir, og hava sett sær stór mál fyri framtíðina.

 - Mann hevur góð ár, og mann hevur ring ár. Tað má mann taka og satsa upp á, at næsta ár verður betri, segði Jónas Isaksen.

 - Hann skal læra av hesum, og so hevur hann eina spennandi framtíð, um hann er fúsur at gera tað, sum krevst, sigur høvuðsvenjarin hjá dansk atletik, Mikkel Hansen.

 - Dreymurin er altíð Olympisku leikirnir. Los Angeles í 2028 er eitt mál, sum eg arbeiði hart ímóti, og tað er helst í longdarlopi, har kravið er umleið 8,25 metrar, segði Eiri Jógvansson Glerfoss, sum kortini fyrst og fremt ætlar at fáa bilbugt við skaðarnar, sum hava darvað hann síðstu árini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Fríggjadag 13. juni
RagnarRokk: Scott Carstairs um Xenotaph
193187
Fríggjadag 13. juni
Morgunlestur fríggjadagur 13.juni 2025
192953
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. juni
Veðrið
193263
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984