Á Breddanum: Fiskavirkisskipanin og russisk álop á Ukraina

Á Breddanum: Fiskavirkisskipanin og russisk álop á Ukraina
Tvey evni eru í sendingini í dag
Búskaparráðið mælir í heystfrágreiðingini aftur til at taka fiskavirkisskipanina av. (Savnsmynd)
 
05.09.2024 - 09:21

Enn eina ferð mælir Búskaparráðið til at taka fiskavirkisskipanina av.

Vit hyggja nærri at umstríddu skipanini og broytingunum, sum ætlanin er at fremja.

Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, verður í útvarpsstovuni.

Kríggið í Ukraina harðnar. Í gjár lupu russar á býin Lviv, og fyrradagin framdu russar eitt tað ógvusligasta álopið higartil í krígnum móti býnum Poltava.

Vit tosa við Claus Borg Reinholt, tíðindamann hjá donsku sjónvarpsstøðini TV2.

Breddin í útvarpinum klokkan 10. Sendingin verður eisini stroymd á kvf.fo


.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770