Springarar verða hildnir til

Springarar verða hildnir til
Sýslumaðurin hevur lýst grindaøkið á sandinum og kaiini, har springararnir verða hildnir til og síðan tiknir upp
 
07.09.2024 - 10:52

Springarar, sum vórðu sæddir uttan fyri Eystnes í morgun, liggja í løtuni út fyri Rituvík.

Ein leyslig meting er, at talan er um 200 springarar.

Jacob Vestergaard, sýslumaður, hevur gjørt av, at hesir skulu haldast til á Skálafjørðinum.

Samstundis er grindaøkið lýst á sandinum, har drápið skal fara fram og síðan á kaiøkinum, har springararnir síðan skulu takast upp.

Tað greiðir vakthavandi á politistøðini frá.

Í løtuni verður bíðað eftir fleiri bátum, so springararnir kunnu haldast til.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334