Skuldaravtala í USA: Partabrøvini hækka í virði

Skuldaravtala í USA: Partabrøvini hækka í virði
Altjóða búskapurin er sloppin undan eini vanlukku, sigur formaðurin í Heimsbankanum
 
17.10.2013 - 10:44

Partabrøvini hækkaðu í virði, tá altjóða keypsskálarnir lótu upp í morgun, eftir at Kongressin í USA í nátt samtykti eina fyribils fíggjarlóg og eina skuldaravtalu, sum forðar fyri, at USA fer í gjaldsteðg. Stjórin í Altjóða Gjladoyragrunninum, IMF, Christine Lagarde, sigur, at amerikanska avtalan er eitt týdningarmikið og neyðugt stig.

Eisini formaðurin í Heimsbankanum, Jim Yong Kim, fegnast.

- Altjóða búskapurin er sloppin undan eini vanlukku, sigur hann.

24 tímar

Amerikanska kongressin samtykti avtaluna eitt samdøgur fyri, at skuldin fór at raka loftið, sum er ásett við lóg. Demokratar og republikanarar loystu sostatt í felag fíggjarlógar- og skuldarkreppuna, sum hótti við, at sterkasti búskapurin í heiminum fóru í gjaldsteðg.

Danski búskaparráðin, Margrethe Vestager, vísir á, at avtalan gevur ein skáa í nakrar mánaðir, men grundleggjandi avbjóðingarnar í amerikanska búskapinum eru framvegis óloystar. Hon sigur seg vóna, at samráðingarnar um búskaparpolitikkin hetta til jól fara at vísa úrslit, tí tað er týdningarmikið fyri allan heimin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086