Tríggir býráðslimir tikið seg av javnaðarlistanum

Tríggir býráðslimir tikið seg av javnaðarlistanum
Talan er um Trónd Sigurðsson, Bjørg Dam og Súnu Mørk, skrivar Norðlýsið
Tróndur Sigurðsson fekk næstflestar atkvøður á javnaðarlistanum í Havn á seinasta kommunuvali.
Mynd: Ólavur Frederiksen  
 
13.09.2024 - 14:47

- Krúnprinsurin hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð verður ikki á listanum til býráðsvalið 12. november.

Tað skrivar Norðlýsið í dag.
 
Keldur siga við Norðlýsið, at Tróndur Sigurðsson, Bjørg Dam og Súna Mørk hava tikið seg av listanum. Tey sita øll í býráðnum í dag. 

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði uppstillingarfund í gjárkvøldið.

 

Súna Mørk og Bjørg Dam. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tróndur Sigurðsson og Heðin Mortensen í ítróttahøllini á Hálsi valkvøldið í 2020. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ikki mannaður

Útvarpið hevur tosað við formannin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum váttar fundin í gjárkvøldið. 

- Listin er ikki fult mannaður enn, og eg havi onga viðmerking nú, sigur Marni Olsen, formaður við útvarpið í dag.

Tróndur Sigurðsson hevur onga viðmerking.

 

Umhugsar støðuna

Dagført klokkan 15:46

Bjørg Dam sigur, at hon umhugsar sína støðu.

- Eg umhugsi mínar raðfestingar í framtíðini.. Eg havi gjørt tað, sum eg setti mær fyri í kommunalum høpi, og flestu mál eru komin á lunnin, og tað er so at siga klárt at trýsta á 'play'. Nú skal eg so taka støðu til, hvar eg best leggi mína orku, sigur Bjørg Dam, býráðslimur.

Kristianna Winther Poulsen hevur onga viðmerking til málið. Men hon váttar, at hon stendur á listanum hjá Javnaðarflokkinum.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá Súnu Mørk, og heldur ikki frá borgarstjóranum Heðini Mortensen, sum umboðar Javnarflokkin í Tórshavnar býráð.
 

 

Kári Johansen stillar upp fyri Framsókn.

 

Kári í Framsókn

Seinasta vikuskiftið boðaði ein fjórði býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, Kári Johansen, frá, at hann fer úr Javnaðarflokkinum, og at hann nú stillar upp fyri Framsókn.

Í samrøðu við Hilmar Jan Hansen í útvarpinum seinasta sunnudag vísti Kári Johansen á vantandi stev millum seg og borgarstjóran, Heðin Mortensen. 

Hann vísti somuleiðis á, at tað í fleiri førum var hansara egni flokkur, Javnaðarflokkurin, sum var tann tungi parturin at dansa við. 

Serliga er tað Tjóðleikhúsið, har ósemja er um staðsetingina, sum er ein knútur fyri Kára Johansen, segði hann í samrøðuni:

 

13092024_Kari

 

Kári Johansen sigur við útvarpið í dag, at tíðindini um, at fleiri hava tikið seg av javnaðarlistanum er nýggj fyri sær, og at hann tí hevur hann onga viðmerking. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547
Mikudag 25. desember
Brotið
185554
Mikudag 25. desember
Andakt við Silasi Olofson
185552
Mikudag 25. desember
Gudstænasta úr Havnar kirkju
185555
Mikudag 25. desember
Jól í Narnia
185540