Íløgur eiga at verða fíggjaðar yvir fleiri ár

Íløgur eiga at verða fíggjaðar yvir fleiri ár
Tað gevur ikki meining at rinda fullu upphæddina fyri eina ferju í einum. Slíkar íløgur eiga at verða goldnar yvir fleiri ár, heldur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni
13.09.2024 - 19:25

Suðuroyarskipið glapp Strandferðsluni av hondum, tí Strandferðslan var noydd at fara til politiska myndugleikan at biðja um 250 milliónir krónur at gjalda skipið kontant.

Tað vildi politiski myndugleikin ikki.

Men hetta er eisini ein heilt óvanlig skipan, tí aðrastaðni vera slíkar íløgur útreiðsluførdar í bitum yvir fleiri ár - alt eftir, hvussu leingi skipið, bilurin ella tólið væntast at halda.

Og soleiðis áttu vit eisini at gjørt í Føroyum. Tað heldur Leif Abrahamsen, sum er stjóri á Gjaldstovuni. Atlso stjóri á tí stovninum, sum bókar allar rokningar hjá almennu Føroyum.

Hetta er eisini ynskið hjá Niels Juel Arge, stjóra á Strandferðsluni.

Og júst hetta hevði gjørt Føroyska samfelagið nógv bílari og effektivari at reka.

Og fara vit aftur til Strandferðsluna, so hevði hesin gjaldshátturin, sambært stjóranum á Gjaldstovuni, gjørt, at vit fingu nýggjari ferjur.

Men so er tað spurningurin, um hendan skipanin hevði ført til, at tað almenna gjørdi ov nógvar íløgur í senn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339