Herdar reglur um heilivág

Herdar reglur um heilivág
Uppskot er gjørt um at broyta kunngerðina um forskriftir, heilivágsbílegging og skamtlutan av heilivági
Nógv brúka wegovy til at slakna.
 
16.09.2024 - 06:27

Tað skal ikki vera so lætt at fáa nógvan heilivág, sum krevur forskrift, resept.

Uppskot er gjørt um at broyta kunngerðina um forskriftir, heilivágsbílegging og skamtlutan av heilivági.

Mannagongdin við at ávísa heilivág við telduposti, í telefon og við pappíri er ein vaksandi avbjóðing við atliti at sjúklingatrygd, tí vandi er fyri feilskrásetingum.

Apoteksverkið hevur tí gjørt eina portalloysn, sum verður rópt forskriftaportalur. 

Størri trygd

Endamálið er at tryggja forskriftaávísing og forskriftaavgreiðslu á høgum góðsku- og trygdarstøði. 

Við forskriftaportalinum vera forskriftir, sum ikki vera sendar umvegis Cosmic, skrásettar í skipanini hjá Apoteksverkinum á sama hátt sum forskriftirnar frá Cosmic.

Landslæknin hevur gjørt vart við, at nógv Ozempic, sum er ætlað teimum, sum hava sukursjúku, og Wegovy, sum fólk brúka til at slakna, verður brúkt í Føroyum. 

Millum annað grundað á hetta, verða reglur ásettar, sum geva Apoteksverkinum møguleika at tillaga eina forskrift ella at sýta at avgreiða eina forskrift við stórum nøgdum av heilivági.

Endamálið er at geva Apoteksverkinum møguleika fyri í ávísum føri at kunna avmarka, at tey, sum brúka heilivág, fáa stórar nøgdir av forskriftaskyldigum heilivági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638