Matarskipan í barnagørðum og skúlum í Tórshavnar kommunu

Matarskipan í barnagørðum og skúlum í Tórshavnar kommunu
Skipanin fer at gera, at børn og ung fáa heilsugóðan mat, tá tey eru í skúla ella í barnagarði, sigur Tjóðveldi
Mentamálanevndin og trivnaðarnevndin í Torshavnar býráði skulu viðgera uppskot um matarskipan. (Savnsmynd)
 
20.09.2024 - 09:20

Mentamálanevndin og trivnaðarnevndin hjá Tórshavnar býráði skulu viðgera uppskotið hjá Tjóðveldi um matarskipan í barnagørðum og skúlum í Tórhavnar kommunu.

Tað var samtykt uttan atkvøðugreiðslu á býráðsfundi í gjár.

Skipanin fer at gera, at børn og ung fáa heilsugóðan mat, tá tey eru í skúla ella í barnagarði, sigur Tjóðveldi. 

Ein matarskipan kann eisini stuðla undir, at føroyskt grønmeti verður dyrkað.

Hon kann eisini gera, at børn og ung læru um burðardygga matmentan og, hvussu tilfeingið í nærumhvørvinum kann gagnnýtast, sigur Tjóðveldi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952