Fíggjarlógin verður løgd fram í dag

Fíggjarlógin verður løgd fram í dag
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, leggur fíggjarlógina fyri 2025 fram í dag.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
30.09.2024 - 08:20

Á tingfundinum í dag klokkan tíggju kemur landsstýrið í løgtingið við uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025.

Og uppskotið verður almannakunngjørt á tíðindafundi klokkan eitt korter til ellivu.

Fyrsta viðgerð byrjar í tinginum mikudagin.

Eftir fyrstu viðgerð fer uppskotið í fíggjarnevndina, sum kemur við áliti í desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775