Herða eftirlitið við markið millum Danmark og Svøríki

Herða eftirlitið við markið millum Danmark og Svøríki
Eftir seinastu hendingarnar í Keypmannahavn og í Stokkholmi, herðir danski ríkispolitiovastin eftirlitið á markinum millum Danmark og Svøríki
Savnsmynd
 
06.10.2024 - 15:36

Hetta hendir eftir, at tveir tannáringar mikudagin lupu á ísraelsku sendistovuna í Danmark við hondspreingjum, - hondgranatum. 

Teir vórðu handtiknir í einum toki á høvuðsjarnbreytarstøðina í Keypmannahavn mikudagin. Sambært løgregluni vóru menninir á veg til Týsklands.

Menninir, sum eru ávikavist 16 og 19 ár, eru skuldsettir fyri at hava fimm hondgranatir í varðveitslu og fyri at hava sprongt tvær av teimum nærindis ísraelsku sendistovuni í Hellerup í Keypmannahavn. Sambært danska kringvarpinum, nokta menninir seg sekar, men eru í løtuni varðhaldsfongslaðir.

Tannáringarnir eru nú skuldsettir fyri yvirgang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815