Freistin at svara fer í dag

Freistin at svara fer í dag
Landsstýrismálanevndin heldur í fyribils niðurstøðuni, at Ingilín D. Strøm hevur sagt ósatt fyri løgtinginum og brotið lógina um ábyrgd hjá landsstýrisfólkum
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.
 
07.10.2024 - 08:11

Freistin, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, fekk til at gera viðmerkingar um fyribils niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini, fer í dag, 7. oktober.

Landsstýrismálanevndin heldur í fyribils niðurstøðuni, at Ingilín D. Strøm hevur sagt ósatt fyri løgtinginum og brotið lógina um ábyrgd hjá landsstýrisfólkum.

Lógin sigur, at landsstýrisfólk hava skyldu til at siga satt fyri løgtinginum og skulu ikki fjala upplýsingar.

Í fyribils niðurstøðuni stendur, at samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin, at í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini eru fleiri og týðiligar ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Húsalánsgrunninum. 

Ingilín D. Strøm segði í løgtinginum, at hon ongar ábendingar hevði um, at trupulleikar vóru við langtíðarhaldførinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086