Á Breddanum: Herdar reglur fyri at fáa tillagað starv og sparingar

Á Breddanum: Herdar reglur fyri at fáa tillagað starv og sparingar
Limir í løgtingsins trivnaðarnevnd og forkvinnan í fíggjarnevndini skifta orð um uppskotið frá landsstýrinum í sendingini
Hesi fýra fara at skifta orð um uppskotið um tillagað starv í Breddanum fyrrapartin.
 
08.10.2024 - 09:25

Tað verður torføri at fáa tillagað starv, um tú hevur skerdan arbeiðsførleika. 

Løgtingið fer í dag at viðgera  eitt lógaruppskot, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt fram, um at herða reglunar fyri, nær lønarískoyti kann veitast.

Orsøkin til lógarbroytingina er, at útreiðsluvøksturin skal tálmast, skrivar landsstýriskvinnan í lógaruppskotinum.

Endamálið við skipanini er at hjálpa fólki at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, men hvussu nógv verður spart?

Og er vandi ikki fyri, at fólk detta í eina aðra almenna skipan uttan tilknýti til arbeiðsmarknaðin?

Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.

Johan Dahl, Árni Skaale og Liljan Weihe, limir í løgtingsins trivnaðarnevnd, og Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, koma í útvarpsstovuna at skifta orð um uppskotið hjá landsstýriskvinnuni.

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776