Viðgera hoyringarskrivið frá landsstýriskvinnuni í morgin

Viðgera hoyringarskrivið frá landsstýriskvinnuni í morgin
Politiskur viðmerkjari sigur, at tað er ikki óhugsandi, at svarið fer at bjarga Ingilín D. Strøm politiskt
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur latið landsstýrismálanevndina eitt drúgt hoyringarskriv.
 
09.10.2024 - 09:52

Landsstýrismálanevndin fer í morgin at viðgera hoyringarsvarið frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, í sambandi við fyribils niðurstøðuna hjá nevndini, sum sigur tað sama sum Landsgrannskoðanin, at nógvar og týðiligar ábendingar eru um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Húsalánsgrunninum. 

Ingilín D. Strøm segði í løgtinginum, at hon ongar ábendingar hevði um, at trupulleikar vóru við langtíðarhaldførinum. 

 

Hans Jacob Thomsen er formaður í landsstýrismálanevndini. 

 

Svarið frá landsstýriskvinnuni er 36 síður. 

Ingilín D. Strøm vil ikki gera samrøðu, men í skrivligari viðmerking til Kringvarpið sigur hon: 

"Eg havi í gjár latið landsstýrismálanevndini ummælisskriv viðvíkjandi fyribilsniðurstøðuni hjá nevndini. Eg eri grundleggjandi ósamd við niðurstøðuna og havi grundgivið fyri, at eg á ongan hátt havi borið løgtinginum skeivar upplýsingar. Eg ivist ikki í, at landsstýrismálanevndin viðger mínar viðmerkingarnar í tí álvara, sum málið krevur, sigur Ingilín D. Strøm í skrivligu viðmerkingini.
 

- Tað er ikki óhugsandi, at svarið hjá Ingilín D. Strøm fer at bjarga henni politiskt, sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari.

Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við Àrna Gregersen, sum var gestur hjá John Johannessen í sjónvarpsstovuni:

 

20241008_NET_INGILIN_STROM_SVARAD

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952