Føroyskar fyritøkur millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum og Evropa

Føroyskar fyritøkur millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum og Evropa
Tað vísa nýggj hagtøl hjá Hagstovu Føroya, sum á fyrsta sinni hevur kannað gongdina hjá føroyskum fyritøkum.
 
12.10.2024 - 09:34

Kanningin er gjørd í samstarvi við Granskingarráðið og er gjørd eftir altjóða leisti. 

Kanningin staðfestir, at 58 prosent av føroyskum fyritøkum nýskaptu í tíðarskeiðinum 2020 til og við 2022. 

Hetta er næsthægst í Norðurlondunum. Í Finnland nýskaptu 61,5 prosent av fyritøkum, í Svøríki 57,6 prosent, meðan tað í Noreg bert var helmingurin, í Íslandi 48 prosent og Danmark 46,0 prosent.

Fyritøkur, sum nýskapa, bjóða eina nýggja vøru ella tænastu. Tær kunna eisini hava ment  ella eru í gongd við at menna eina nýggja vøru ella tænastu ella nýggja arbeiðsgongd. Nýskapan fevnir eisini fyritøkur, sum hava framt ella keypt gransking og menning.

Eisini samanborið við Evropa eru føroysku fyritøkurnar væl við. 

Tað eru serliga tvær vinnugreinarnar, sum gera stórar íløgur í nýskapan í Føroyum. Tær vinnugreinarnar er bólkurin Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða og bólkurin kunning og samskifti, sum tilsamans áttu 80 prosent av útreiðslunum til nýskapan.

Frameftir verða hagtølini gjørd annað hvørt ár, soleiðis at til ber at fylgja gongdini, skrivar Hagstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852