Ingilín D. Strøm: Slepp málinum ella set kanningarstjóra

Ingilín D. Strøm: Slepp málinum ella set kanningarstjóra
Landsstýrismálanevndin eigur í fyrra lagi at sleppa málinum og í øðrum lagi at fáa løgtingsforkvinnuna at seta kanningarstjóra, skriva Ingilín D. Strøm í sínum ummælisskrivi
17.10.2024 - 19:57

Tað er ikki Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnan, sum skal prógva, at hon ikki hevur sagt ósatt, men hinvegin landsstýrismálanevndin, sum skal prógva, at landsstýriskvinnan hevur sagt ósatt. 

Tað stendur í 36 síður drúgva ummælisskrivinum hjá Ingilín D. Strøm, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Málið byrjaði av álvara 2. mai í ár. 

Tað er tingfundur, og løgtingið skal endaliga taka støðu til eitt lógaruppskot frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um at broyta lógina um Bústaðir, so felagið millum annað fær loyvi at læna meira pengar.

Men frammanundan - í mars - hevði Landsgrannskoðanin sett spurnartekn við langtíðarfíggjarstøðuna hjá Bústøðum. Hetta var nakað, sum fekk tingfólk at ivast í, um rætt var at samtykkja uppskotið hjá landsstýriskvinnuni júst tá.


"Eg havi ongar ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Búðstøðum," segði Ingilín D. Strøm 2. mai

 

Helt við sítt

Kortini segði Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hetta á tingsins røðarapalli á løgtingsfundinum 2. mai, tá málið var til triðju viðgerð:

"Eg havi ongar ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Búðstøðum."

Men Jacob Vestergaard og Erling Eidesgaard, sum báðir eru løgtingsgrannskoðarar, høvdu illgruna um júst tað øvugta.

Kortini helt Ingilín D. Strøm fast við sítt.

Og hetta var sambært Jacobi Vestergaard at tosa ímóti betri vitandi. Tí kærdi hann eina viku seinni Ingilín D. Strøm til landsstýrismálanevndina.

 

Bústaðir var í holt við at repa seglini

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, er ósamd í, at hon skal hava sagt ósatt fyri løgtinginum. 

Í sínum ummælisskrivi, sigur Ingilín D. Strøm, at hon svaraði løgtinginum út frá sínari samlaðu vitan um langtíðar fíggjarstøðuna hjá Bústøðum. 

Sambært landsstýriskvinnuni, so var hon sannførd um, at Bústaðir vóru í holt við at bøta um fíggjarligu avbjóðingarnar, sum Landsgrannskoðanin hevði víst á.

Millum annað tí metti hon ikki, at Bústaðir høvdu trupulleikar við fíggjarliga langtíðarhaldførinum. Tí var heldur ikki orsøk til at halda, at kanningin, sum løgtingsgrannskoðararnir høvdu biðið um frá grannskoðaravirkinum Januar, fór at vísa nakað annað.

 

Landsstýrismálanevndin: Segði ósatt

Málið liggur í løtuni í landsstýrismálanevndini, sum fyri nøkrum vikum síðani kom til ta niðurstøðu, at landsstýriskvinnan hevði givið løgtinginum skeivar upplýsingar. 

Hesum vísir Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, staðiliga aftur í sínum skrivi. Uppáhaldið er faktuelt skeivt, og øll grundgevingin fellir tí til jarðar sum ógildug, skrivar landsstýriskvinnan.

Málið snýr seg um, hvat landsstýriskvinnan visti, og ikki um hvat Landsgrannskoðanin metti.

 

Rættartrygdin sett til viks

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, heldur ikki, at landsstýrismálanevndin hevur prógvað út um allan rímiligan iva, at hon tilvitað hevur sagt ósatt.

Og rættartrygdin hjá landsstýriskvinnuni verður sett til viks.

Landsstýrismálanevndin hevur tí -  sambært landsstýriskvinnuni sjálvari - tvey í at velja:

1) at sleppa málinum, tí tað ikki er prógvað, at hon tilvitað ella av grovum ósketni hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar.

2) ella at seta ein kanningarstjóra.

 

Her eru skjøl í málinum, ið Kringvarpið hevur fingið innlit í:

Bræv frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, til landsstýrismálanevndina

Ummælisskrivið frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu

Upprit - Annfinn V. Hansen, sakførari, um fyribilsniðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512