Vektlyfting: Rukku ikki NM-heiðursmerkjum

Vektlyfting: Rukku ikki NM-heiðursmerkjum
Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen rukku ikki heiðursmerkjum, tá NM í olympiskari vektlyfting fór av bakkastokki í Runavík í gjár. Kappingin heldur fram í dag
Niels Áki Mørk megnaði ikki at lyfta seg til heiðursmerkið í NM í gjár
Mynd: Føroya Styrkisamband  
 
19.10.2024 - 08:38

Tað eydnaðist ikki Niels Áka Mørk og Pól Hendriki Andreasen at lyfta seg til heiðursmerki, tá NM í olympiskari vektlyfting fór av bakkastokki í Runavík í gjár.

Teir báðir vóru einastu føroyingarnir, sum kappaðust fríggjadagin, og serliga Niels Áki Mørk hevði vónir um bronsu- ella silvurheiðursmerki. Tað eydnaðist kortini ikki.

Hann kom væl frá byrjan í trekk og lyfti 92 kg., men onnur royndin upp á 97 miseydnaðist, og so royndi hann 98 triðju ferð. Lyftið sá gott út, men tveir út av trimum dómarum kolldømdu tað kortini.

Niels Áki Mørk kláraði ikki at vinna tað mista innaftur í stoyt, og tí endaði hann á fjórða plássi. Pól Hendrikur Andreasen endaði nummar fimm.

 

Fleiri føroyingar lyfta í dag

Fýra føroyskir lyftarar skulu á pallin í dag.

Sofus Bech er fyrstur, tá kappingin byrjar klokkan 10:30, og klokkan 13:00 skal Jenny Persson royna seg. Tey eru bæði NM-debutantar.

Seinni eiga tær báðar, Maibrit Reynheum Petersen og Julia Jacobsen, tørn. Um tað gongur sera væl, kann fyrrnevnda ota seg upp ímóti heiðursmerkjaplássunum.

Kringvarpið stroymir kappingina á kvf.fo: NM í olympiskari vektlyfting

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373