- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismálanevndin viðger kæruna aftur í dag
Í morgun klokkan 9 fer landsstýrismálanevndin á fund at viðgera kæruna um landsstýriskvinnuna Ingilín Didriksen Strøm.
Formaðurin Hans Jacob Thomsen hevur sagt, at endalig avgerð kemur kanska í dag.
Jacob Vestergaard hevur kært landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum fyri at hava sagt ósatt fyri løgtinginum, tá ið hon segði seg ongar ábendingar hava fingið um, at trupulleikar vóru við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum.
Fyribils niðurstøðan hjá einari samdari landsstýrismálanevnd var, at landsstýriskvinnan hevur sagt ósatt fyri løgtinginum.
Landsstýriskvinnan heldur ikki, at landsstýrismálanevndin hevur prógvað út um allan rímiligan iva, at hon tilvitað hevur sagt ósatt.
Hon heldur, at landsstýrismálanevndin eigur í fyrra lagi at sleppa málinum, og í seinni lagi at fáa løgtingsforkvinnuna at seta kanningarstjóra.
Atkvøða um danskan floksstuðul
Tingfundur er eisini í dag.
Atkvøðast skal við aðru viðgerð, um danska floksstuðulslógin skal setast í gildi í Føroyum.
Kunngerðin er ongantíð lýst í Føroyum, og nú ivi var um heimildina, helt danska Innanríkismálaráðið tað vera rættast at steðga stuðulsveitingini fyribils, til lógin er kunngjørd í Føroyum.
Flokkar og listar, sum hava fingið minst 1.000 atkvøður, kunnu søkja um stuðul.
Í ár er stuðulin 35 krónur og 75 oyru fyri hvørja atkvøðu.
Í uttanlandsnevndini vóru umboðini fyri Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin fyri at samtykkja uppskotið, og umboðini fyri Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Framsókn vóru ímóti.
Løgtingið fer eisini at viðgera trý uppskot úr familjupakkanum hjá Fólkaflokkinum. Tey uppskotini verða síðan beind í fíggjarnevndina og mentanarnevndina.
Tingfundurin byrjar klokkan 11.