- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tøknin sveik í landsinnsavningini hjá Reyða Krossi

Tøknin sveik í landsinnsavningini hjá Reyða Krossi í gjárkvøldið. Tí er endaliga upphæddin ikki komin inn, og heldur ikki er drigið um bilin enn.
Men tað er greitt, at innsavningin gav í minsta lagi 3,4 milliónir kr.
- Ein dátugrunnur, sum skuldi savna dáturnar, sveik, sigur Eva Skeel Nolsøe, kundastjóri í Føroya Tele.
Eisini hjá Nema var ógreitt hjá summum, hvussu tey skuldu bera seg at fyri at stuðla.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Reyði Krossur hevur boðað frá, at bæði vinnarin av elbilinum og endaliga upphæddin verða kunngjørd í Góðan Morgun Føroyar í morgin.
Til ber at fylgja við í útvarpinum í morgin, týsdagin, eftir klokkan 9.
Hetta merkir eisini, at tað framvegis ber til at stuðla. Til á midnátt ber til at vera við í lutakastinum um bilin.

























