Toskakvotan í Barentshavinum minkar 25 prosent næsta ár

Toskakvotan í Barentshavinum minkar 25 prosent næsta ár
Toskakvotan verður 340.000 tons
Nú er greitt, at toskakvotan í Barentshavinum minkar 25 prosent næstar ár, og tað fer eisini at raka føroysku skipini, sum fiska har, um sáttmáli verður gjørdur við Russland í 2025.
 
04.11.2024 - 08:14

Toskakvotan í Berentshavinum minkar 25 prosent næsta ár.

Tað hava Noreg og Russland gjørt av.

Tilmælið frá fiskifrøðingum í báðum londum var 31 prosent.

Toskakvotan verður 340.000 tons næsta ár.

Noreg eigur 163.436 tons.

Tað er minsta toskakvotan hjá Noregi í Barentshavinum síðani 1991.

Sambært hesum fáa Føroyar ein fjórðing minni tosk í Barentshavinum næsta ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542