Undan Kosovo: Føroyar hava ongantíð verið sterkari

Undan Kosovo: Føroyar hava ongantíð verið sterkari
Manslandsliðið í hondbólti hevur ongantíð verið sterkari. Allir vóru á gólvinum á Hálsi fyrrapartin, og Elias E. á Skipagøtu er væl fyri til EM-undandystin ímóti Kosovo
Hygg her: Verjan hjá Kosovo fær ivaleyst torført við at steðga Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún mikukvøldið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.11.2024 - 14:12

Nærum allir vóru á bláa gólvinum í høllini á Hálsi fyrrapartin.

Profilarnir Vilhelm Poulsen, Hákun West av Teigum og Óli Mittún vandu við fullari ferð, og Elias Ellefsen á Skipagøtu stílaði álopsvenjingini í kendum stíli. Hoyvíkingurin byrjaði kappingarárið við skaða, men hevur verið aftur á vøllinum fyri THW Kiel nakrar ferðir síðstu vikurnar.

 - Eg eri væl fyri. Knæið er okey. Eg merki sjálvandi, at eg havi verið úti í nakrar mánaðir, men eg havi tað gott og eri klárur, staðfestir spælskiparin. 

Mikudagin vitjar Kosovo, tá nýggja EM-undankappingin byrjar. Nú verður síðsta hond løgd á fyrireikingarnar til dystin, sum helst skal geva tvey stig.


Gjøgnumbrot: Vilhelm Poulsen er komin væl frá byrjanini í Hannover Burgdorf, sum liggur næstfremst í Bundesliguni. Hann telist millum lyklaspælararnar á føroyska landsliðnum. MYND: Bjarni Árting Rubeksen

 

 - Hópurin hevur helst ikki verið so sterkur fyrr, heldur Óli Mittún. Tríggir av landsliðsspælarunum tørna regluliga út fyri topplið í krútsterku týsku deildini, meðan Ísak Vedelsbøl spælir við svenska meistaraliðnum, IK Sävehof.

Tað ger Óli Mittún eisini, men bara til í summar, tá blaðungi bakspælarin skiftir til danska toppliðið GOG. 

 - Allir eru øgiliga væl fyri í løtuni, og vit hava so at siga ongar skaðar, sigur kviki bakkurin.

 - Fleiri og fleiri koma til alsamt betri lið, so hópurin fer at blíva enn betri, sum árini ganga, og vónandi fer tað at halda fram, leggur Elias Ellefsen á Skipagøtu afturat.

 

Favorittar á heimavølli

Krøvini til Føroyar eru stór - serliga á Hálsi, har viðhaldsfólkini hava sæð fleiri flott avrik síðstu árini. Í so máta líða hondbóltsmenninir onkursvegna undir síni egnu framgongd.

 - Fyri okkum er tað ikki so týðandi, um vit verða útróptir til favorittar áðrenn dystin. Undir dystinum hugsar tú ikki um tað yvirhøvur, men aftaná hoyrir tú kanska fyri tað, um tú ikki hevur spælt so væl, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, ávarar ímóti at undirmeta mótstøðuliðið, sum kom úr niðasta styrkisbólkinum í lutakastinum. 

 - Kosovo er nógv betri, enn tú í fyrstu syftu skuldi trúð. Eitt lið, sum hevur vunnið á Slovakia, givið Slovenia skarpan gang, og annars er eitt professionelt hondbóltslið, sum er vant við ein professionellan arbeiðsdag í fínum evropeiskum feløgum, so vit skulu vera góðir, um vit skulu vinna, sigur venjarin.

 - Vit skulu fara til dystin við eini sunnari blanding av eyðmjúkleika og áræði. Vit skulu hava mest møguligt burturúr hvørjum øðrum og spæla við sjálvsáliti og trúgv upp á egin evni og vísa okkara styrki ímóti Kosovo.

 

Eyðkendu styrkirnar skulu bera liðið

Føroyar fara at líkjast sær sjálvum í morgin, og tað eru tær eyðkendu dygdirnar í álopsspælinum, sum skulu bera liðið.

 - Nú hava vit bert tveir dagar saman allir samlir, so tað verður ikki so nógv nýtt. Vit vita, hvat vit duga væl; tað er tað skjóta spælið ein ímóti einum, og so hava vit eitt øgiliga gott sjey ímóti seks spæl, greiður Elias Ellefsen á Skipagøtu frá.

Høllin á Hálsi verður karmur um A-landsdystin - gongur alt eftir ætlan, verður tað seinastu ferð - og tað hevði komið sera væl við, um tvey stig komu á EM-kontuna beinanvegin. Tað er kortini ikki altavgerandi, heldur Peter Bredsdorff-Larsen.

 - Vit hava seks dystir (í undankappingini, red.), og vit vilja fegnir vinna allar. Tað verður torført hvørja ferð. Vit hava kjansin at vinna á Kosovo í morgin, og vit fáa eisini kjansin at vinna á Ukraina. Vit kunnu eisini saktans tapa báðar. Gera vit tað, eru vit framvegis "in the race", sigur venjarin.

 - Men vit leggja alla orku í at vinna í morgin og skapa eitt gott útgangstøði fyri restini av undankappingini. 


Samráð: Peter Bredsdorff-Larsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu stýra føroyska spælinum uttanfyri og á vøllinum. MYND: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564