Uppstilling: Full javnstøða í fimm kommunum

bannari
Uppstilling: Full javnstøða í fimm kommunum
Í fimm av teimum 29 kommununum eru eins nógvar kvinnur og menn, sum stilla upp. Hovs kommuna er einasta kommuna, har fleiri kvinnur enn menn stilla upp
Í Vága kommunu stilla 13 menn og 13 kvinnur upp til kommunuvalið
 
05.11.2024 - 15:32

Tilsamans 337 menn og 219 kvinnur stilla upp á kommunuvalinum 12. november. Tað gevur eitt býti upp á 61 prosent menn og 39 prosent kvinnur.

Bert ein av kommununum hevur fleiri kvinnur enn menn uppstillaðar. Tað er Hovs kommuna, har fimm kvinnur og tríggir menn bjóða seg fram.

Í fimm av kommununum er full javnstøða millum valevninini - og her verður ikki hugsað um listarnar hvør sær, men um listarnar tilsamans. Talan er um Vága, Sunda, Skopunar, Skálavíkar og Porkeris kommunur.

Í hinum endanum finna vit Vestmanna kommunu, har kvinnurnar lutfalsliga eru ringast umboðaðar. Av teimum 11, sum halda seg til í Vestmanna, eru bert tvær kvinnur, sum svarar til 18 prosent av valevnunum. Í Fugloyar og Skúvoyar kommunu eru bert 20 prosent av valevnunum kvinnur, men her eru tølini sera smá - fýra menn og ein kvinna stilla upp í teimum báðum smæstu kommununum.

 

Kynsbýtið í uppstillingini fyri hvørja kommunu sær:

Vestmanna kommuna: 9 menn 2 kvinnur - 82/18 í prosentum

Fugloyar kommuna: 4 menn 1 kvinna - 80/20

Skúvoyar kommuna: 4 menn 1 kvinna - 80/20

Fámjins kommuna: 7 menn 2 kvinnur - 78/22

Hvalbiar kommuna: 16 menn 5 kvinnur - 76/24

Kunoyar kommuna: 6 menn 2 kvinnur - 75/25

Runavíkar kommuna: 20 menn 8 kvinnur - 71/29

Hvannasunds kommuna: 10 menn 5 kvinnur - 67/33

Sands kommuna: 12 menn 6 kvinnur - 67/33

Eiðis kommuna: 13 menn 7 kvinnur - 65/35

Sørvágs kommuna: 11 menn 6 kvinnur - 65/35

Vágs kommuna: 15 menn 8 kvinnur - 65/35

Húsavíkar kommuna: 5 menn 3 kvinnur - 63/37

Viðareiðis kommuna: 5 menn 3 kvinnur - 63/37

Nes kommuna: 10 menn 6 kvinnur - 63/37

Tvøroyrar kommuna: 13 menn 8 kvinnur - 62/38

Eysturkommuna: 13 menn 8 kvinnur - 62/38

Fuglafjarðar kommuna: 16 menn 10 kvinnur - 62/38

Klaksvíkar kommuna: 24 menn 17 kvinnur - 59/41

Sumbiar kommuna: 4 menn 3 kvinnur - 57/43

Tórshavnar kommuna: 57 menn 45 kvinnur - 56/44

Sjóvar kommuna: 10 menn 9 kvinnur - 53/47

Kvívíkar kommuna: 10 menn 9 kvinnur - 53/47

Porkeris kommuna: 4 menn 4 kvinnur - 50/50

Skálavíkar kommuna: 6 menn 6 kvinnur - 50/50

Skopunar kommuna: 7 menn 7 kvinnur - 50/50

Sunda kommuna: 10 menn 10 kvinnur - 50/50

Vága kommuna: 13 menn 13 kvinnur - 50/50

Hovs kommuna: 3 menn 5 kvinnur - 37/63

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Fríggjadag 18. juli
Morgunlestur fríggjadagur 18.juli 2025
194089
Hósdag 17. juli
Morgunlestur hósdagur 17.juli 2025
194088
Mikudag 16. juli
Vit nerta við vaksin og skermar
194561
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514