Giljagarður fingið boð frá landslæknanum

Giljagarður fingið boð frá landslæknanum
Hóast eldrasambýlið sigur í hoyringarsvari, at nógv er gjørt síðani eftirlitið, gjørdi landslæknin ikki stórar broytingar í upprunaligu boðunum
Boðini til Giljagarð frá landslæknanum eru m.a. um heilivág, journalir og sjúkrarøktarligar metingar.
 
08.11.2024 - 08:03

Eldrasambýlið Giljagarður í Leirvík er komið á listan hjá landslæknanum við boðum.

Boðini eru komin eftir eina fráboðaða vitjan 21. august.

Boðini eru um heilivág, journalir, sjúkrarøktarligar metingar, samtykki, sum byggir á kunning, og leiðbeining um at velja frá lívsleingjandi viðgerð.

 

Lars Fodgaard Møller, landslækni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Samanumtikið eru stórir trupulleikar við trygdini hjá teimum, sum eru í Giljagarði.

Ella, sum landslæknin sigur á donskum: samlet set udgør større problemer af betydning for patientsikkerheden.

Giljagarður sigur í hoyringarsvari, at nógv er gjørt eftir eftirlitið, sum var 21. august.

Hoyringarsvarið gjørdi tó ikki, at landslæknin gjørdi stórar broytingar í upprunaligu boðunum til Giljagarð.

Sambært fráboðanini hjá landslæknanum búgva tíggju fólk í Giljagarði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527