Andstøðan hevur ikki tol at bíða eftir kanslaranum

Andstøðan hevur ikki tol at bíða eftir kanslaranum
Formaðurin í CDU vil hava atkvøðugreiðsluna um álit á Olaf Scholz, samveldiskanslara, longu í næstu viku
Friedrich Merz er formaður í CDU, sum stendur seg væl í veljarakanningunum í Týsklandi í dag.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.11.2024 - 08:15

Andstøðuleiðarin í Týsklandi hevur ongan hug at bíða til hálvan januar til at finna útav, um samveldistingið framvegis hevur álit á kanslaranum, Olaf Scholz.

Stjórnin hjá Scholz hevur mist meirilutan, eftir at fíggjarmálaráðharrin og floksleiðarin í FDP, Christian Lindner, er koyrdur frá, og Lindner síðani tók stuðulin til stjórnina aftur.

Tann støðan fekk Scholz til at boða frá, at samveldistingið skal atkvøða, um tað hevur álit á sær sum kanslara 15. januar. 

Men Friedrich Merz, formaður í andstøðuflokkinum CDU, heldur onga orsøk vera til at bíða so leingi.

 

Stjórnin hjá Olad Schoilz, samveldiskanslara, hevur mist meirilutan í samveldistinginum. 

 

Vil hava atkvøðugreiðslu í næstu viku

Á tíðindafundi í gjár boðaði Merz frá, at hann vil hava atkvøðugreiðsluna á skrá longu í næstu viku.

- Vit hava snøgt sagt ikki ráð til at hava eina stjórn uttan meiriluta aftan fyri seg sitandi í fleiri mánaðir, fyri síðani at hava eitt valstríð, val og samgongusamráðingar í vikur, segði Friedrich Merz á tíðindafundinum.

CDU-flokkurin hjá Friedrich Merz hevur vaksandi undirtøku millum týska fólkið, samstundis sum misnøgdin við stjónina hjá Olaf Scholz er metstór.

Nógvir eygleiðarar rokna við, at Merz verður næsti samveldiskanslari í Týsklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189