Nýggjur veitari til Samleikan

Nýggjur veitari til Samleikan
Upplýsingar hjá føroyingum vóru ongantíð í vanda tá nýggjur veitari varð funnin, sigur stjórin í Talgildu Føroyum
15.11.2024 - 19:30

Talgildu Føroyar hava biðið um 1 mió. kr. í eykajáttan, tí trupulleikar hava verið við einum veitara av Samleikanum.

Sambært álitið frá Fíggjarnevndini gjørdu avbjóðingar við veitaranum, at nýggjur veitari mátti finnast.   

Eingin vandi er við trygdini av upplýsingum hjá føroyingum, sigur Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildu Føroyum. Hann greiður frá, at brúk varð fyri nýggjum veitara av undirstøðukervinum undir Samleikanum, tí gamli veitarin varð seldur til USA og hækkaði prísin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329