Alivinnan skattast hægri

Alivinnan skattast hægri
Fólkaflokkurin og Miðflokkurin finnast at eykaskattinum á alivinnuna, sum samgongan og Sambandsflokkurin hava hækkað úr átta upp í 12 prosent.
 
16.11.2024 - 12:13

Fríggjadagin var málið um at leggja eykaskatt á alivinnuna til fyrstu viðgerð í løgtinginum. Ætlanin var í fyrsta umfari, at eykaskatturin skuldi vera átta prosent, men hann er nú settur til 12 prosent.

Ikki óvæntað fanst Fólkaflokkurin og Miðflokkurin at ætlanini, men Sambandsflokkurin og samgongan fegnast hinvegin um breiðu semjuna.

Eykaskatturin kemur í gildi 1. januar og verður galdandi fyri árið 2025. Tað merkir, at fyrsta inntøkan kemur í landskassan í 2026.

Hóast serskatturin er broyttur í mun til upprunaligu ætlanina í semjuskjalinum frá mars, so er breiða semjan framvegis til staðar.

Uppskotið um eykaskatt á alivinnuna er nú farið í fíggjarnenvdina.

Her kanst tú hoyra innslag um eykaskattin:

2024-11-16-aliskattur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775