Eyðun Klakstein: Iðrar seg um mist playoff-pláss

Eyðun Klakstein: Iðrar seg um mist playoff-pláss
Tað eydnaðist ikki Eyðuni Klakstein at stýra fótbóltslandsliðnum til stig í Norðurmakedónia, og tí fór Armenia avstað við uppflytingardystinum. Tað iðraði venjarin seg um
17.11.2024 - 17:01

Eyðun Klakstein helt ikki, at tað var neyðugt at tapa Nations League-dystin fyri Norðurmakedónia.

- Nei, eitt keðiligt tap. Vit royndu, tað vi kundu. Spældi ein okay dyst. Spældu meir í dag, men eitt sindur irriterandi at tapa upp á ein einstakan feil, segði venjarin, sum neyvan heldur fram í A-landsliðsvenjarasessinum.

Føroyar vardu eins og ímóti Armenia langt afturi á vøllinum, men tað eydnaðist í størri mun at spæla seg frameftir til kjansir ella vandamiklar støður ímóti norðurmakedónum. Kjansirnir fullu til Petur Knudsen, sum avloysti Páll Klettskarð í mun til seinast, men NSÍ-framherjin hevði ikki eydnuna við sær.

Í staðin tók Bojan Miovski av, tá Gunnar Vatnhamar ikki rakti bóltin, tá hann skuldi rudda burtur, og Føroyar megnaðu ongantíð at svara aftur.

 - Vit náddu tað størsta málið. Tað var at tryggja plássið í deildini, men so iðra vit okkum um, at vit ikki fingu hatta playoff-plássið, tí tað var forbiði nær við, segði Eyðun Klakstein.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115