Ættleiðingarfelagið: Ov stutt barsilsfarloyvi

Ættleiðingarfelagið: Ov stutt barsilsfarloyvi
Her fáa foreldur ikki barsilsfarloyvi fyrr enn barnið er komið, og mugu tí taka frí í nógvar vikur, fyri at heinta barnið
 
25.10.2013 - 08:52

Hædd verður ikki tikið fyri ættleiðingarforeldrum í uppskotinum um barsilsfarloyvi.

Tað sigur Ættleiðingarfelagið í skrivi.

Felagið vísir á, at tað bæði er kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi at ættleiða.

Millum annað krevja gevaralondini, at ein skal uppihalda sær longur í landinum, tá ein heintar barnið.

Sum dømi er kravda uppihaldstíðin í Etiopia, har meginparturin av føroysku børnunum verða ættleidd, hækkað úr einari viku upp í 4-5 vikur.

Men av tí at barsilsfarloyvi ikki er gjørligt, fyrr enn barnið er móttikið, mugu flestu foreldur taka sær frí uttan løn ella barsilspening til uppihaldið.

Ættleiðingarfelagið vísir á, at í eitt nú Danmark fáa ættleiðingarforeldur farloyvi upp til fýra vikur áðrenn móttøku av ættleiddum barni, og tey hava eisini møguleika at leingja tað við 4 vikum afturat, um viðurskifti krevja longri uppihald í gevaralandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Gudstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375