Samferðslan spakuliga í gongd aftur

Samferðslan spakuliga í gongd aftur
Um middagsleitið verða fyrstu leiðirnar hjá Strandferðsluni settar aftur í rutu, men samferðslan kemur ikki í rættlag aftur í dag.
Smyril siglur fyrsta túrin av Krambatanga klokkan 17:30. Savnsmynd.
 
24.11.2024 - 11:36

Longu í gjár boðaði Strandferðslan frá, at øll samferðsla á sjógvi og landi er avlýst í morgun. Orsøkin er ringa veðrið.

Um middagsleitið í dag kemur so smátt gongd á aftur samferðsluna.

-Men roknast skal við avlýsingum allan dagin í dag, og møguliga eisini í morgin, tá veðurforsøgnirnar eisini siga frá ringum veðri, sigur Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari.

Smyril siglir fyrsta túrin av Krambatanga norður til Havnar klokkan 17:30 seinnapartin. 

Til ber at fylgja við samferðsluni, og møguligum avlýsingum, á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. 

Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, dregur soleiðis samanum støðuna:

Marin_Gaardlykke_241124

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775